Uttanlands

Norðurkorea mist 1.000 herfólk í Kursk seinastu vikuna

Sambært amerikonskum upplýsingum eru umleið 1.000 norðurkoreansk herfólk dripin ella særd í russiska landslutinum seinastu vikuna

John Kirby, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum á tíðindafundi (Mynd: EPA)

John Kirby, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum á tíðindafundi (Mynd: EPA)

2024-12-28 10:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurkorea hevur mist nógv herfólk í bardøgunum móti ukrainum í russiska Kursk-landslutinum, sigur John Kirby, trygdarráðgevi í Hvítu Húsunum.

Sambært amerikonskum upplýsingum, eru umleið 1.000 norðurkoreanarar dripnir ella særdir í Kursk seinastu vikuna.

Sambært Suðurkorea eru ábendingar um, at Norðurkorea higartil hevur sent umleið 11.000 herfólk til Russlands, og at fleiri eru ávegis.

– Tað er týðiligt, at russiskir og norðurkoreanskir herleiðarar fara við hesum deildum sum nakað, sum kann brúkast og beinast burtur. Teir geva teimum boð um at fremja vónleys álop móti ukrainsku verjuni, sigur John Kirby.

Norðurkorea hevur sent herfólk til Russlands í sambandi við, at Russland og Norðurkorea hava gjørt eina verjuavtalu, sum m.a. inniber, at londini hava skyldu at hjálpa hvørjumøðrum, um annað landið verður álopið.

Ukrainski forsetin, Volozymyr Zelenskyj hevur boðað frá, at umleið 3.000 norðurkoreanarar higartil eru dripnir ella særdir í krígnum millum Ukraina og Russland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder