Mentan

Norðurlandahúsið fer á flog

Sirkus, sjónleikur, verkstovur, konsertir, dansur og mangt annað. Um eina viku, 28. mars, byrjar ársins festivalur fyri børn og ung - Frítt Flog - í Norðurlandahúsinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-03-21 18:44 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Frítt Flog er nýggja heitið á festivalinum fyri børn og ung, sum Norðurlandahúsið hevur skipað fyri síðan 2014. Festivalurin verður 28. mars – 6. apríl og bjóðar yvir 50 tiltøk til børn og ung í øllum aldrum.

Frítt Flog 2022 fær vitjan av svenskum sirkusleikarum, íslendskum og sveisiskum dansarum, donskum sjónleikarum og finskum sniðgevum. Úr Føroyum koma vokalbólkurin Kata, ein rúgva av børnum frá Tórshavnar Musikkskúla, leirkaféin Elva og sjálvandi Føroya Symfoniorkestur.

Barnakonsertirnar hjá Føroya Symfoniorkestri eru sum altíð eitt av hæddarpunktunum á várinum í Norðurlandahúsinum. Í ár frumframføra tey nýggju tónleikasøguna Apollonia, sum byggir á bókina hjá Edwardi Fuglø við sama heiti. Súsanna Tórgarð hevur lagt søguna til rættis og Magnus Johannessen hevur skrivað tónleikin.

[object Object]
Kata

Hugflogið fær av sonnum Frítt Flog hesar dagarnar: Sirkussýningin Tvärslöjd snýr seg um alt tað, tú kanst fáa burturúr at spæla tær við púra vanligum tingum – kustum, kannum o.l. Sangbólkurin Kata bjóðar á forvitnisliga ferð ígjøgnum tíð og stað, og dansisýningin Spor vekir sansirnar í einum ævintýrakendum heimi.

Skapandi hendurnar sleppa eisini til sín rætt. Fleiri kenna ivaleyst leirkaféina Elva, sum heldur til í Vestmanna. Til Frítt Flog flytir hon inn í Norðurstovu nakrar dagar, og her kunnu familjur mála leirlutir – alt frá smáum figurum og flísum til koppar, skálir og vasar. Eisini verður verkstovan Social Rug á skránni, har børn og ung saman fara at knýta eitt veggjateppi.

[object Object]
Tvärslöjd

Er fótbóltur list? Tað er tað í øllum førum í ungdómsleikinum Offside, sum snýr seg um hvussu trupult tað kann vera hjá ungum dreingjum at fella til í einum mansligum ítróttarumhvørvi.

Men ongin festivalur fyri børn og ung er fullkomin, uttan at vit eisini sleppa at uppliva teirra list. Hesum standa næmingar á Tórshavnar Musikkskúla fyri í ár. Hvønn gerandisdag í eina viku fara teir nevniliga at framføra í Klingruni. Tá sleppa vit at hoyra barnakór, rútmiskar bólkar, akkordeonorkestur og ikki minst vinnararnar av yngra bólkinum í tónleikakappingini Stella Polaris.

[object Object]

Yvir 5000 børn og ung plaga at vitja festivalin hvørt ár, og Norðurlandahúsið vónar at síggja eins nógv í ár.

Skráin til Frítt Flog 2022 sæst her. Ein serlig skrá er send skúlum og dagstovnum. Hon sæst eisini á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder