Mentan

Norðurlandahúsið hevur fingið orm

Hesa vikuna setir Norðurlandahúsið burðardygd á breddan við eini røð av ókeypis tiltøkum, sum enda við eini stórari, spennandi og livandi (í orðsins sanna týdningi) installatión

2020-03-09 18:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Byrjað verður týsdagin 10. mars við stroymdum fyrilestri frá Aarhus Universiteti um vaksandi trýstið á lívfrøðiliga margfeldnið í heiminum.

Hósdagin 12. mars skipar Rudda Føroyar fyri einum tiltaki um burðardyggar vanar við fyrilestrum, sølubásum og øðrum.

Fríggjadagin 13. mars lata 2 framsýningar upp: Ormahús, sum er framsýning við tundur “húsum” til plastetandi mjølormar, sum skúlanæmingar hava gjørt á verkstovu í sambandi við Listaleypin, og Mass – bloom explorations, sum er ein vardrúgv dansi-innseting, sum ikki líkist nøkrum, vit hava sæð í húsinum fyrr. Í Høllini verður bygt eitt hválv, har ein menniskja fer at liva saman við 12kg av plastetandi mjølormar. Hendan veran er einasta kenda í heiminum, sum kann liva av og bróta niður plast.

[object Object]

Í sambandi við Mass verður eitt forkunnugt kafétiltak, har vitjandi kunnu koma skríðandi inn í vikuskiftið við áhugaverdum práti við listakvinnuni handan installatiónina, Tina Tarpgaard, og brellbitum gjørdum úr insektum. Stjørnukokkurin Gutti Winther ger matin og Katrin Petersen frá Umhvørvisstovuni leiðir prátið.

Síðst, men ikki minst, verður leygardagin 14. mars ráðstevna um umhvørvisvinarligt jarðarbrúk og matsjálvbjargni undir heitinum Matvit 2020.

Meira kann lesast á nlh.fo.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder