Mentan

Norðurlandahúsið skal hýsa arktiska Eurovision 2. oktober

Marius DC verður føroyska umboðið, og átta onnur tónlista fólk úr øllum norðara pólkringi hittast á pallinum í Føroyum.

Marius DC og átta onnur nøvn vera at hoyra til artisku tónlistakappingina í Føryum fyrst í næsta mánaða (Mynd: nlh.fo)

Marius DC og átta onnur nøvn vera at hoyra til artisku tónlistakappingina í Føryum fyrst í næsta mánaða (Mynd: nlh.fo)

2026-09-17 14:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pan-ArcticVision hevur áður verið hildið í Norðurnoregi, Grønlandi og Kanada - í november kemur kappingin til Føroya.

Finalan 2026 verður í Norðurlandahúsinum. Her verður avgjørt, hvør fer at vinna altjóða tónleikakappingina fyri arktiska økið – hetta er "Eurovision" í Arktis, skrivar Tónleikasambandinum.

Tónlistafólk úr øllum norðara pólkringi hittast á pallinum í Tórshavn 2. oktober. Hetta við hvør sínum sangi og tónlistaliga úttrykki.

- Úr Alaska, Norðurkanada, Grønlandi, Íslandi, Føroyum, Sápmi og øðrum partum av norðara pólkringi. Eitt kvøld, har tónleikur, ymisk mál og ymiskar mentanir møtast tvørtur um landamørk og langar fjarstøður.

Í ár verður tað rapparin og sangarin Marius DC, sum umboðar Føroyar. Áður hava Guðrið Hansdóttur, Ester Skála og Dóttir umboða Føroyar til kappingina

Luttakararnir í ár eru
Annie Bartholomew við Kat Moore – Juneau, Alaska
Piunguałaq & Tooma – Kangiqtiniq (Rankin Inlet) & Iqaluit, Nunavut
Nuunu – Sisimiut, Kalaallit Nunaat
Falinn Gjóður – Reykjavík, Ísland
Marius DC – Tórshavn, Føroyar
Ivar Beddari – Páččjok/Pasvik, Norðurnoreg/Sápmi
Klara Pasma – Pajala, Norðursvøríki
Niko Valkeapää & Miro Mantere – Norðurfinnland/Sápmi
Roman Gladyshev – Murmansk / russiska Arktis (í útlegd)

Vertur hetta kvøldið verður føroyski sangarin Anna Sofía Skoradal, og eisini eru gestaframførslur við Dóttir / Súsannu Herálvsdóttur og øðrum á skránni.

Áhoyrararnir verða við til at velja ársins vinnara. Pan-ArcticVision er nevniliga ikki bara ein kapping, men líka nógv ein fagnaður fyri tónleikinum og lívinum í norðri – ein pallur fyri listafólk og felagsskapir úr øllum Arktis sum tað stendur í skrivinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder