Mentan

Norðurlandahúsið verður hart rakt av skerjingum

Játtanin frá Norðurlendska ráðharraráðnum verður skerd 700.000 krónur komandi ár. Stjórin harmast

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-28 15:25 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað fer at raka Norðurlandahúsið hart, at norðurlendska samstarvi nú av álvara fer at raðfesta grøna skiftið sum høvuðsuppgáva í samstarvinum millum Norðurlond.

Men tað eru nógv sum undrast yvir, at tað er listin og mentanin, sum skal fíggja hesi umraðfesting av virkseminum í Norðurlondum.

Ein teirra sum harmast, er Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum í Føroyum.

- Skil meg rætt. Eg gangi fult undir við grøna skiftinum, havi havt tað við í mínum arbeiði her í húsinum, og eg skilji tí ikki, at vit skulu skerjast í játtanini. Høvdu vit fingið boð um at brúka 5 prossent av játtanini til grøna skifti, so hevði tað ikki verið nakar trupulleiki. Men at seta mentanina og listina upp móti grøna skiftinum, tað er eitt problem.

Soleiðis sigur Gunn Hernes.

Í hesi vikuni er Norðurlandaráðið saman og sum altíð, so skal fíggjarætlanin fyri norrøna samstarvið komandi ár viðgerast. Ikki fyrr enn í desember verður fíggjarætlanin endaliga avgreidd.

Grønt skifti ístaðin fyri mentan og list
Tað er í norrøna ráðharraráðnum, at leisturin verður skorin, tí tað eru tær einstøku stjórnirnar, sum fíggja virkseminum, og tí verður ikki væntað, at nakað verður broytt hesum viðvíkjandi í sambandi við viðgerðina í Norðurlandaráðnum.

Og leisturin sigur, at grøna skiftið skal uppraðfestast, og fyri at fíggja hetta, skal – millum annað – játtanin til mentan og list í Norðurlondum skerjast við 20 prosentum komandi fýra árini.

- Vit hava fingið at vita, at okkara játtan verður skorin við 5 prosentum komandi ár. Hvussu tað verður frameftir fyri okkara viðkomandi, vita vit ikki enn. 5 prosent er 700.000 krónur, so sjálvandi kemur tað at merkjast í okkara virksemi, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandaráðnum.

Hon er ikki tann einasti, sum iðrar seg um nýggju norðurlendsku raðfestingarnar. Norræna Húsið í Reykjavík skal eisini spara, sama er galdandi fyri eitt nú Norrøna Mentanargrunnin, Norðurlendsku Bókmentavikuna, mentanarátøk í Grønlandi og Nordisk Journalistcenter, sum missir alla játtanina og verður niðurlagt, sambært heimasíðuni hjá norðurlendska samstarvinum, norden.org.

Til samans skal játtanin til mentan skerjast við 18 milliónum krónum í 2021.

Avleiðingarnar ikki greiðar enn
Gunn Hernes harmast um, at tað arbeiðið hon longu er farin í holt við, tá tað snýr seg um at fáa Norðurlandahúsið við til grøna skiftið, nú verður støðgað við fráboðanini um ógvusligu skerjingini.

- Tá vit nú verða skorin beinleiðis í játtanini til list og mentan, so tekur tað líkasum hugin at arbeiða við grøna økinum, og tað harmar meg.

Enn dugir Gunn Hernes ikki at siga, júst hvat tað fer at merkja, at játtanin verður skorin við 700.000 krónum.

- Sjálvandi kemur tað at merkjast, men júst hvar vit fara at skerja virksemið hjá okkum, fara vit ikki at taka støðu til fyrr enn vit hava fingið almennu fráboðanina frá ráðharraráðnum, sigur Gunn Hernes.

Ráðstevnuvirksemið í Norðurlandahúsinum, har felagsskapir og onnur leiga seg inn í hølini verður sjálvandi ikki skert, tí tað er sjálvfíggjandi. Men sambært Gunn Hernes hevur tað ongantíð verið ætlandi, at hetta virksemið skuldi taka ov nógv pláss í Norðurlandahúsinum, og helst ikki skumpa mentanini og listina út.

- Tað er jú mentanin, listin, málfelagsskapurin og vanliga forstáilsi millum fólkið í Norðurlondum, sum er tað, ið bindir fólkið í Norðurlondum saman. Tí er neyðugt at stuðla undir og varðveita virksemið, sum er á listarliga og mentanarliga økinum.

- Vónandi fer tað ikki at merkjast alt ov nógv komandi ár. Men hvussu tað verður í árunum, sum koma, ja, tað vita vit ikki, sigur Gunn Hernes.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder