placeholder
Innanlands

Norðurlandahúsið ynskir sær deyð smákykt og plast burturkast í føðingardagsgávu

Sjálvdeyð smákykt og reint og turt plast burturkast úr sjóvarmálanum kann latast inn í móttøkuni í húsinum til og við 16. mai - hettta skal nýtast til summarframsýningina, sum útlendsk listafólk standa fyri

8. mai eru 38 ár síðani, at Norðurlandahúsið varð sett á stovn

8. mai eru 38 ár síðani, at Norðurlandahúsið varð sett á stovn

2021-05-04 18:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Summi ynskja sær blómur, tá tey fylla. Onnur verða glað fyri hosur, sjokulátu ella ein túr í biografin. Ynskilistin er tó eitt sindur øðrvísi í Norðurlandahúsinum, sum fyllir 38 ár leygardagin tann 8. mai. Húsið ynskir sær nevniliga deyð smákykt og plast burturkast í føðingardagsgávu. 

Hetta skrivar Norðurlandahúsið á heimasíðun sínari, og kemur síðani við frágreiðingini uppá heldur løgna ynski:

- Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum hetta árið verður við listabólkinum nabbteeri, sum varpar ljós á evni so sum burðardygd, lívfjølbrotni og margfeldi. Tey gera ofta list úr staðbundnum og burðardyggum tilfari, og í Føroyum er ætlanin at nýta smákykt og plast. Smákyktini skulu vera sjálvdeyð eins og t.d. tær flugurnar, sum liggja í vindeygakarminum, og plastið skal vera reint og turt og vera funnið við sjóvarmálan.

[object Object]

- Tað er spennandi hjá okkum at vevja burðardygd upp í listina og at samstarva við listafólk, sum leggja dent á lívfjølbroytni og samspælið millum menniskja og náttúru. Tí gleða vit okkum at taka ímóti nógvum deyðum smákyktum og plast burturkasti, sum nabbteeri kann nýta í einum listaligum høpi, og sum øll fáa møguleika at uppliva í okkara summarframsýning”, sigur Gunn Hernes, stjóri

Listafólkini í "nabbteeri" eru Janne Nabb og Maria Teeri. Listabólkurin er altjóðaliga viðurkendur og hevur m.a. sýnt fram á kendu altjóða liststevnuni í Venesia. Framsýningin Spectres letur upp 4. juni í Norðurlandahúsinum.

Sjálvdeyð smákykt og reint og turt plast burturkast úr sjóvarmálanum kann latast inn í móttøkuni í húsinum til og við 16. mai.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder