Innanlands

Norðurlandaráðið leitar eftir evnum til náttúruvirðislønina

Tríggjar ferðir hava føroyingar fingið henda heiður - seinast í 2019

Jens-Kjeld Jensen fekk umhvørvisvirðislønina í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jens-Kjeld Jensen fekk umhvørvisvirðislønina í 2019 (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-02-09 14:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú ber aftur til at koma við uppskotum til hvør skal vinna umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins.

Umhvørvisvirðislønin er tann einasta av virðislønunum, sum Norðurlandaráðið letur, sum almenningurin kann koma við uppskotum til.

Men á hvørjum ári verður eitt tema valt, sum virðislønin skal snúgva seg um. Og í gjár varð kunngjørt, at ársins tema er náttúruloysnir ella náttúrugrundaðar loysnir.

Náttúruloysnir – ella tað, sum á enskum verður kallað nature-based Solutions – eru ein grundleggjandi liður í arbeiðinum við umhvørvi og lívfrøðiligum margfeldi. Talan kann til dømis vera um burðardygga nýtslu av lendi og náttúrutilfeingi, at varðveita vát- og mýrilendi ella at lata upp løkir og áir. Granskarar meta, at náttúruloysnir kunnu geva ein triðing av tí minking í útláti av vakstrarhúsgassi, sum skal til, fyri at tryggja okkum, at jørðin hitnar væl minni enn tvey hitastig, sum ásett í Paris-sáttmálanum.

Til ber at skjóta fyritøkur, stovnar ella einstaklingar upp, sum eru virkin í Norðurlondum og/ella eru tilknýtt samstarvsparti uttan fyri Norðurlond. Tiltakið skal hava eitt norðurlendskt sjónarhorn. Freistin at senda inn uppskot er týsdagin 10. mai 2022.

Les meira her 

Tríggjar ferðir er Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins farin til Føroyar:

2006: Bogi Hansen
2015: SEV
2020: Jens Kjeld Jensen

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder