Tað er ikki vanligt, at Norðurlandaráðið skiftir formann miðskeiðis undir einum valskeiði, men tað hendir nú.
Formansskapurin fyri Norðurlandaráðið hevur í dag valt svian Hans Wallmark til formann, ella president, tey kalla, í staðin fyri Jessica Polfjärd.
Á valinum til ES-tingið var Jessica Polfjärd vald, og hon hevur tí sagt frá sær sess sín í svenska Ríkisdegnum, og harvið eisini í Norðurlandaráðnum.
Fólkaræði er høvuðsevni hjá svenska formansskapinum í ár, og hetta hevur eisini týdning fyri Hans Wallmark, sum eisini var formaður fyri Norðurlandaráðið seinast Svøríki átti formansskapin fyri fimm árum síðani.
-Vit skulu stríðast fyri fólkaræðinum hvønn dag. Vit skulu ikki taka fólkaræðið fyri givið, heldur ikki her hjá okkum, sigur Hans Wallmark.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald