Mentan

Norðurlandaráðið virðir avgerðina hjá Gretu Thunberg

Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins fór til Gretu Thunberg í gjár, men hon takkaði nei, og tað fer Norðurlandaráðið at virða, sigur formaðurin, Hans Wallmark

Greta Thunberg (Savnsmynd)

Greta Thunberg (Savnsmynd)

2019-10-30 15:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kom kanska ikki heilt óvart á nógv, tá Norðurlandaráðið í gjárkvøldið kunngjørdi, at tað var svenski veðurlagsaktivisturin, Greta Thunberg, sum fekk Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2019.

Seinasta árið hevur Greta vakt ans kring heimin við sínum veðurlagsverkføllum, og hevur hon m.a. talað bæði frammanfyri ES-politikarunum í Brússel og á ST-aðalfundinum í New York, umframt at hon var millum tey tilnevndu til Friðarheiðursløn Nobels.

Les eisini: Klukka uppkallað eftir Gretu Thunberg

- Umhvørvisvirðisløn Norðurlandaráðsins 2019 fer til Gretu Thunberg fyri at hava vakt lív í veðurlags- og umhvørviskjakið í einum umráðandi tíðarskeiði í heimssøguni og fyri at hava givið fólki kring heimin íblástur til at krevja munandi tiltøk frá okkara politikarum, stóð m.a. í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum.

Í gjár boðaði svenski veðurlagsaktivisturin tó frá, at hon takkaði nei til virðislønina.

- Eg takki Norðurlandaráðið fyri heiðurin. Tað er ein stórur heiður. Men veðurlagsrørslan hevur ikki brúk fyri fleiri virðislønum. Vit hava brúk fyri, at okkara politikarar og tey, sum sita við valdið lurta eftir granskingini, segði Greta Thunberg í grundgeving sínari.

Takkarøðan hjá Gretu varð hildin av tveimum veðurlagsaktivistum av tí at Greta sjálv er í Kalifornia og tí ikki fekk verið við í svenska høvuðsstaðnum, har virðislønirnar hjá Norðurlandaráðnum vórðu handaðar í gjár.

Formaðurin í Norðurlandaráðnum, Hans Wallmark sigur, sambært heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum, at ráðið virðir avgerðina og grundgevingarnar hjá Gretu Thunberg.

- Tað arbeiðið, sum Greta Thunberg stendur á odda fyri, ávirkar og gevur íblástur til eitt heilt ættarlið. Tað er vert at virðismeta. Øll fólk, eisini uttanfyri norðurlendska samstarvið, eiga at lurta eftir henni og øðrum, sum krevja handling.

Norðurlandaráðið skal nú umhugsa, hvat gerast skal við teir 350.000 krónurnar, sum Greta Thunberg noktaði at taka ímóti.

Les eisini: Her eru vinnararnir av virðislønum Norðurlandaráðsins

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder