Hesa vikuna verður skipað fyri ymsum norðurlendskum tiltøkum kring um í Føroyum í sambandi við, at hetta er vikan, ið Norðurlandaráðið heldur sín ársfund – í ár tó í fjarstøðu – og at Føroyar í ár eiga triðingin av formansskapinum í Norðurlendska Ráðharraráðnum saman við Grønlandi og Danmark.
NORA samskipar Norðurlandavikuna í samstarvi við føroyska formansskapin. Endamálið við Norðurlandavikuni er at varpa ljós á Norðurlond og norðurlendskt samstarv.
Árið í ár er serstakt fyri Føroyar í norðurlendskum høpi, tí í ár hevur Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, formansskapin í Norðurlendska Ráðharraráðnum (Nordisk Ministerråd). Hetta merkir, at Føroyar, saman við Grønlandi og Danmark, leiðir arbeiðið innan ymsu samstarvsøkini landanna millum. Tey norðurlendsku londini eru Danmark, Finnland, Ísland, Noreg, Svøríki, Grønland, Áland og Føroyar.
Meira um Norðurlendska Ráðharraráðið her
Meira um Nora, sum er eitt millumtjóðasamstarv, ið fevnir um Grønland, Ísland, Føroyar og stranda-Noreg, fæst her:
Hesi tiltøk verða á skrá í Norðurlandavikuni
Mánadag:
Kl.18:00: Norðurlendskt drive-in á Tvøroyri (parkeringsøkið við ítróttahøllina í Trongisvági) við filminum ’Djórini í Vallbakkaskóginum’
Kl.21:00 Norðurlendskt drive-in á Tvøroyri (parkeringsøkið við ítróttahøllina í Trongisvági) við filminum ’Sámiskt blóð’
Týsdag:
Kl.17:00-18:30 Kjak um covid-19 og Norðurlond – við ST aðalskrivaranum António Guterres sum gesti. (Leinkjan verður at finna á www.norden.org)
Kl.19:00 Norðurlandahúsið skipar fyri tiltakið í samband við Virðislønahandan Norðurlandaráðsins. Samrøður verða við tey tilnevndu, og saman verður hugt at virðislønahandanini úr Reykjavík.
Kl.19:00 Norðurlendskt drive-in í Tórshavn (Skálatrøð) við filminum ’Djórini í Vallbakkaskóginum’
Kl.20:05-22:00 Virðislønahandan Norðurlandaráðsins verður sýnd beinleiðis í sjónvarpinum (KVF)
Kl.22:00 Norðurlendskt drive-in í Tórshavn (Skálatrøð) við filminum ’Sámiskt blóð’
Mikudag:
Kl.10:00 Norðurlandahúsið sýnir íslendska filmin ’Lad mig falde’
Kl.19:00 Norðurlandahúsið sýnir íslendska filmin ’Lad mig falde’
Kl.19:00 Norðurlendskt drive-in í Tórshavn (Skálatrøð) við filminum ’Djórini í Vallbakkaskóginum’
Kl.22:00 Norðurlendskt drive-in í Tórshavn (Skálatrøð) við filminum ’Sámiskt blóð’
Hósdag:
Kl.18:00 Norðurlendskt drive-in í Sørvági (parkeringsøkið við Hiddenfjord) við filminum ’Djórini í Vallbakkaskóginum’
Kl.21:00 Norðurlendskt drive-in í Sørvági (parkeringsøkið við Hiddenfjord) við filminum ’Sámiskt blóð’
Fríggjadag:
Kl.18:00 Norðurlendskt drive-in í Fuglafirði (parkeringsøkið uttan fyri Mentanarhúsið) við filminum ’Djórini í Vallbakkaskóginum’
Kl.21:00 Norðurlendskt drive-in í Fuglafirði (parkeringsøkið uttan fyri Mentanarhúsið) við filminum ’Sámiskt blóð’
Leygardag:
Kl.21:00 Norðurlandakonsert í Reinsarínum við Marius Ziska, Guðrið Hansdóttir og Gretu Svabo Bech. Konsertin er útseld, men Kringvarp Føroya fer at stroyma konsertina beinleiðis á hesa leinkju: https://kvf.fo/live/2
Atgongd til drive-in filmssýningarnar fæst á heimasíðuni atgongumerki.fo meðan atgongd til tiltøkini í Norðurlandahúsinum fæst á www.nlh.fo
Afturat hesum verður í vikuni ymiskt norðurlendskt bæði í útvarpinum og í sjónvarpinum.
(Tíðindaskriv frá NORA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald