Kennir tú Føroyar út frá eini fotomynd? Tað halda nógv seg tey gera. Vit kenna okkara land, og vit vita, hvussu tað sær út. Men síggja Ísland, Danmark og Grønland øðrvísi út?
Tað kanst tú finna útav, tá Listasavn Føroya í dag letur hurðarnar upp til stóru heystframsýningina við trimum altjóða fotolistafólkum. Ingi Joensen úr Føroyum, Per Bak Jensen úr Danmark og Hallgerður Hallgrímsdóttir úr Íslandi. Tey hava hvør sær ferðast í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi og tikið myndir av tí norðurlendska landslagnum frá tí vakrastu og samstundis mest einføldu síðuni. Fólk, ferðsla og larmur er burtur. Bert náttúran er eftir.
Framsýningin hevur heitið Less is North. Landslagsmyndirnar hjá teimum trimum listafólkunum eru minimalistiskar í mun til heimin og myndevnið. Heitið Less is North rúmar tí eina heilsan til kenda slagorðið Less is More hjá tí stóra minimalistinum í modernistiskum arkitekturi, Mies van der Rohe. Útsøgnin hjá honum er síðani snarað á skemtiligan hátt av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels).
Við Less is North kemur mann aftur til útgangsstøðið, og norðurlond eru miðdepilin.
Øll trý listafólkini handan myndirnar verða til upplatingina, og høvi verður at práta við tey og m.a. at hoyra um, tá ið Ingi Joensen næstan datt oman, tá ið hann vildi avmynda eitt loddrætt útsýni við klettum, aldum og fuglum í bjørgunum í Føroyum. Til alla eydnu var tað bert myndatólið, sum datt oman og brotnaði. Tann gamalsliga filmsrullan í myndatólinum kom frá tí, og myndin er við á framsýningini!
Framsýningin letur upp í dag, fríggjadagin 6. september klokkan 16. Listasavnið bjóðar ábit, og eisini verða røður á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald