Fleiri norðurlendskir miðlar hava droppað at viðgera finaluna í Eurovision Song Contest úr høllini í Tel Aviv í Ísrael, tí at trygdin, sambært teimum, er ov vánalig.
Svenski miðilin Aftonbladet og tíðindastovan TT, umframt norska VG hava gjørt av at fylgja við í kappingina aðrastaðni enn úr serliga rúminum, sum eru innrættað til miðlarnar.
Avgerðin kemur, eftir at tað eydnaðist tveimum monnum at sníkja seg inn á eitt stongt øki í høllini.
- Eg vænti betri trygd til eitt altjóða tiltak sum hetta, sum eisini verður hildið í einum ótryggum øki, sigur Karin Schmidt Hellsing, redaktiónsleiðari hjá Aftonbladet, sambært Berlingske.
European Broadcasting Union (EBU), sum stendur fyri tiltakinum sigur seg hava tikið málið í álvara, men sambært EBU, samsvarar trygdin við lokalu lóggávuna og krøvini hjá EBU sjálvum.
Spurningurin um trygd varð eisini tikin upp, áðrenn ársins sangkapping varð skotin í gongd. EBU vendi sær nevniliga beinleiðis til ísraelska forsetisráðharran, Benjamin Netanyahu. Orsøkin var tá, at ein partur av fíggingini manglaði.
Síðani hava bæði Ísrael og EBU lovað, at trygdarstøðið er høgt.
Í ár eru øll norðurlond uttan Finnland komin í finaluna, sum verður víst á DR1 klokkan 20 í kvøld.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald