Øll Havnin fer at suða av nýggjum norðurlendskum tónleiki, nú Norðurlendskir Tónlistadagar (Nordic Music Days) verða hildnir í døgunum 1. til 4. september.
Hetta er á fyrsta sinni, at Føroyar eru vertir fyri aldargamla festivalin frá 1888, sum er ein hin elsti í heiminum, ið setir samtíðar klassiskan tónleik á breddan.
Høvuðsevnið fyri festivalin hesaferð er "Røtur". Hugsjónin er at skapa sterkar samtíðar upplivingar fyri øll og góð gróðrarlíkindi fyri at menna sambandið millum føroyska tónleikamentan og luttakandi norðurlendsku listafólkini. Festivalurin ynskir at skapa karmar fyri, at listafólk og áhoyrarar hittast og fáa íblástur hvør frá øðrum. Margfeldi og javnstøða eru eisini evnir, ið festivalurin leggur dent á.
1. september fara Føroya Symfoniorkestur og Anna Katrin Egilstrøð (myndin) at framføra verkið "Beinta", sum Anna Katrin Egilstrøð hevur skrivað
Festivalurin er serstakur á tann hátt, at tónaskøldini sjálvi skipa fyri, og feløgini í norðurlondum skiftast um at vera vertir. Sostatt er festivalurin í Føroyum fyriskipaður av Felagnum Føroysk Tónaskøld og Dansk Komponistforening í samstarvi við Norðurlandahúsið í Føroyum.
Føroyar geva íblástur
Ein teirra, ið hevur verið við í fyrireikingararbeinum frá byrjan, er tónaskaldið Sunleif Rasmussen, sum eisini hevur verið limur í úrvalsnevndini.
- Flestu verkini eru vald út eftir einum sokallaðum "open-call" leisti, har listafólk úr øllum norðurlondum hava sent inn uppskot til verk út frá teim evnum, festivalurin hevur, sigur Sunleif, og leggur afturat, at ambitiónin er at virka fyri, at føroysk mentan, siðvenjur og samtekstir geva íblástur fyri norðurlendsku luttakararnar, og at føroyski tónlista- og mentanarpallurin verður strimbraður av tí nýhugsan, sum norðurlendsku listafólkini bera við sær til Føroyar.
Út við hundrað luttakarar og umboð koma til Føroyar úr øllum norðurlondunum, men vit eru errin av, at meginparturin av luttakarunum er føroyskir bólkar og einstaklingar, so sum Føroya Symfoniorkestur, Aldubáran, Tarira, Kingo sangararnir úr Tjørnuvík, og Anna Katrin Ø. Egilstrøð.
Tónleikur allastaðni
Tónleikurin fer at ljóma úr øllum hugsandi spælistøðum í býnum, bæði innan- og uttandura. Allir aldursbólkar sleppa upp í part, og stórur dentur er lagdur á at bjóða børnunum og ungum við til bæði verkstovur og konsertir.
Ein stór verkætlan er longu ígongd í Glasi, ein filmsverkstova verður fyri 7. flokk í Runavíkar Kommunuskúla, ein blokkfloytuverkstova fyri 5. og 6. flokk í Klaksvík og ein verkstova fyri 6. flokk í Hoyvíkar skúla, sum hevur til endamáls at gera ein "ljóðtúr" í Hoyvíkini.
Norðurlandahúsið spælir ein sentralan leiklut í umfatandi skránni, og borðreiðir við forkunnugum konsertum fyri allar aldursbólkar. Harumframt eru ljóðinstallatiónir, filmur og fótbóltur á stórskermi á skránni. Café Systrar í Norðurlandahúsinum nýta eisini høvið at bjóða eina serliga matskrá bæði á middegi og um kvøldið við íblástri úr høvuðsevninum "Røtur".
- Vit eru sera fegin um at vera vertir fyri hesa litríku viftuna av spennandi tiltøkum, og harumframt verða høvuðsmøtistaðið fyri luttakarar og áhoyrarar á festivaldøgunum. Tað er til júst slíkar festivalar at Norðurlandahúsið kann spíla seg út og vísa seg frá síni bestu og dámligastu síðu, sigur Gunn Hernes, stjóri í Norðurlandahúsinum, og fegnast um, at festivalurin sum tvær ferðir var avslýstur vegna korona, nú loksins kann fullførast. Tó at høvuðsdagarnir eru 1. til 4. september byrjar fyrsta almenna tiltakið í húsinum longu hóskvøldið við áhugaverdu animatiónskonsertini "Cirkelfærd", sum er fyri vaksin og børn yvir 10 ár.
Nærri kunning um alla skránna og festivalin á heimasíðuni hjá Nordic Music Days
Atgongumerkjasøla og nærri kunning á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald