Innanlands

Norðurlendskt átak um Arktis er ávegis

Granskingarráðið hevur vegna Føroyar boðað frá, at Føroyar eru við í hesum átakinum, treytað av, at fíggjarlógin fyri 2024 verður samtykt. Tað gevur føroyskum umsøkjarum atgongd at søkja stuðul á jøvnum føti við umsøkjarar í hinum norðurlondunum

Samlaða fíggjarætlanin til átakið er mett at liggja um 120 milliónir krónur. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar verða við við egnari fígging, eftir at Føroya fingu limaskap í NordForsk 1. januar 2023 (Mynd: Jens Worm Begtrup)

Samlaða fíggjarætlanin til átakið er mett at liggja um 120 milliónir krónur. Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar verða við við egnari fígging, eftir at Føroya fingu limaskap í NordForsk 1. januar 2023 (Mynd: Jens Worm Begtrup)

2023-12-07 20:23 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

NordForsk hevur kunngjørt, at eitt stórt átak um gransking í burðardyggari menning av Arktis er ávegis.

Í hesi undanfráboðanin verður sagt, at ætlanin er at lýsa eftir umsóknum frá umleið miðjum februar.

Samlaða fíggjarætlanin er mett at liggja um 120 milliónir krónur. Átakið er fíggjað við 2/3 frá limalondunum í NordForsk og 1/3 av játtannini hjá NordForsk.

Granskingarráðið hevur vegna Føroyar boðað frá, at Føroyar eru við í hesum átakinum, treytað av, at fíggjarlógin fyri 2024 verður samtykt.

Hetta er fyrstu ferð, at Føroyar verða við við egnari fígging, eftir at Føroya fingu limaskap í NordForsk 1. januar 2023. Tað gevur føroyskum umsøkjarum atgongd at søkja stuðul á jøvnum føti við umsøkjarar í hinum norðurlondunum.

Tær nærri treytirnar verða lýstar, tá lýst verður formliga í februar, men tað er longu nú greitt, at umsøkjarar úr teimum norðurlondum, sum eru við, kunnu verða verkætlanarleiðarar ella verkætlanarpartar. Sum vant hjá NordForsk skulu luttakarar úr minst 3 londum vera við.

Eru spurningar um hendan møguleikan ella føroyska leiklutin í NordForsk ber til at venda sær til Anniku Sølvará, sum er limur í styrinum fyri NordForsk vegna Føroyar.

Les fráboðanina her

Granskingarráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder