Innanlands

Norðurlendsku verjumálaráðharrarnir hittast í Føroyum

Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO. Á skrá er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-04-29 09:05 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í dag koma norðurlendsku verjumálaráðharrarnir til Føroya á fund. Talan er um ráðharrafund í norðurlendska verjusamstarvinum NORDEFCO.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og danski verjumálaráðharrin Troels Lund Poulsen eru vertir fyri fundinum, sum byrjar í Tinganesi seinnapartin og heldur fram á Hotel Hafnia týsdagin. Vitjað verður eisini á Sornfelli.

Á skrá fyri fundin er millum annað trygdarstøðan í Norðurhøvum, samstarv í NATO og kríggið í Ukraina.

Týsdagin kl. 10:30 verður tíðindafundur á Panorama á Hotel Hafnia, har londini í NORDEFCO undirskriva ein nýggja visjón fyri samstarvið.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder