Innanlands

Norðurlendskur fundur millum fíggjarmálaráðharrar

Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk

2022-06-29 09:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Norðurlendsku fíggjarmálaráðharrarnir hittust fyrradagin í Eidsvoll í Noregi.

Á skránni vóru fíggjarpolitisku avleiðingarnar av krígnum í Ukraina og umrøða av almenna leiklutinum í serligum støðum, tá farsóttir og kríggj herja.

Hetta var gjøgnum MR-Finans, sum er norðurlendska ráðharraráðið fyri búskapar- og fíggjarpolitikk.

Uni Rasmussen, landsstýrismaður, kunnaði um búskaparligu støðuna í Føroyum, og hvussu føroyskir myndugleikar hava handfarið støðuna síðstu tvey árini.

Somuleiðis greiddu hinir ráðharrarnir frá støðunum í ymsu londunum og teimum átøkum sum eru framd síðstu tíðina. Fundurin gav ráðharrunum høvið at umrøða hvørji atlit eiga at vera tikin tá fíggjarpolitikkurin verður lagdur.

Fíggjarmálaráðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder