Uttanlands

Norðurlond hava týdning fyri Nato

Jens Stoltenberg, Nato-aðalskrivari, helt røðu í Norðurlandaráðnum í dag. Tað var fyrstu ferð, at ein Nato-ovasti talaði beinleiðis til norðurlendskar tinglimir

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

(Mynd: Magnus Fröderberg / norden.org)

2021-11-03 19:23 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norðurlond hava stóran hernaðarligan týdning fyri vesturlendsku verjusamgonguna, Nato. Tað segði Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, sum í dag helt røðu á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Keypmannahavn.

Forsetin fyri Norðurlandaráðið, Bertel Haarder, kallaði vitjanina fyri søguliga, tí hetta var fyrstu ferð nakrantíð, at ovasti leiðarin í Nato helt røðu fyri norðurlendsku tinglimunum.

- Vit hava upplivað eina munandi hernaðarliga dubbing frá russiskari síðu í Baltikum við uppseting av nýggjum, nýmótans vápnaskipanum, segði Stoltenberg í røðu síni.

Hann legði afturat, at Russland eisini hevur sent kavbátar og sett rakettskipanir upp í Arktis og venur nógv meira í økinum nú, enn tey hava gjørt í fleiri ár.

- Norðurlond eru eisini heilt avgerandi í sambindingini tvørtur um Norðuratlantshav. Bondini millum Norðuramerika og Evropa skulu styrkjast, serliga í kreppu- og krígsstøðum, og tí eru Norðurlond av stórum týdningi fyri Nato, segði Jens Stoltenberg.

Undir kjakinum í Norðurlandaráðnum legði norski aðalskrivarin dent, at dyrnar hjá Nato standa opnar fyri Finnlandi og Svøríki, men at hann tó ikki er sinnaður at koma við góðum ráðum til stjórnarleiðararnar í hesum londum, hvussu teir skulu søkja limaskap.

Nato-aðalskrivarin fegnast um tætta samstarvið millum norðurlendsku verjumálaráðharrarnar, og staðfesti, at eitt samstarv millum Norðurlond eisini inniber, at bondini millum Nato og tættastu samstarvsfelagarnar styrkjast.

Hann viðmerkti eisini eina spildurnýggja kanning, ið vísir, at ein stórur partur av borgarunum í Norðurlondum ynskir økt verjusamstarv í Norðurlondum.

- Tað er gott. Okkara lond eru smá, og tað er av týdningi, at vit samstarva og gagnnýta okkara herstyrkir enn betur, segði Jens Stoltenberg millum annað.

Kelda: norden.org 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder