Uttanlands

Norðurmakedonia eitt stig nærri ES-limaskapi

Bulgaria hevur verið ímóti, at Norðurmakedonia gerst partur av ES, men Norðurmakedonia lovar nú at seta lógir í gildi, sum skulu tryggja bulgarska minnilutanum í landinum betri rættindi

Dimitar Kovachevski, forsætisráðharri í Norðurmakedonia (Mynd: EPA)

Dimitar Kovachevski, forsætisráðharri í Norðurmakedonia (Mynd: EPA)

2022-07-17 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Norðurmakedonia er nú komið eitt stig nærri ES-limaskapi.

Landið góðkendi í gjár eitt uppskot, sum skal fáa enda á einum stríði við Bulgaria, sum er ES-land.

Bulgaria hevur áður verið ímóti, at Norðurmakedonia skuldi gerast partur av ES orsakað av teirra viðferð av bulgarska minnilutanum í landinum. Men nú er avtala gjørd um, at Norðurmakedonia skal seta lógir í gildi, sum m.a. skal tryggja bulgarska minnilutanum betri rættindi og banna haturstalu móti teimum.

Norðurmakedonia fer at tosa við ES 19. juli, sigur landsins forsætisráðharri, Dimitar Kovachevski sambært DR. Hann sigur avtaluna vera eitt søguligt stig.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder