Í september skal ein 19 ára gamal norðmaður í rættin fyri at hava brotið sóttarhaldið í summar.
Maðurin skuldi, sambært norska TV2, vera í sóttarhaldi á einum gistingarhúsi í døgunum 30. mai til 6. juni, um hann verður staðfestur negativur við kanning, men 7. juni verður hann staðfestur positivur við koronu.
Tað var 2. juni, at maðurin breyt sóttarhaldið við at fara við toki úr Oslo til ein bý í Vestfold-kommununi sunnanfyri norska høvuðsstaðin.
Eftir smittusporing er higartil staðfest, at 19 ára gamli maðurin hevur smittað 75 onnur fólk við koronu, og tað fær hann eina bót fyri. Bótin er 30.000 norskar krónur, ið svarar til beint omanfyri 21.000 í okkara krónum.
Orsøkin til, at málið er endað í rættinum er, at maðurin noktar at rinda bótina.
Hetta er ikki fyrstu ferð, ein norðmaður fær eina størri bót fyri at bróta sóttarhaldið. Fyrr í ár fekk ein maður m.a. eina bót á 20.000 norskar krónur fyri at fara til handils, meðan hann átti at verið í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald