Uttanlands

Noreg: 463 fólk bjargað av Viking Sky

Í løtuni verður skipið sleipað í land, men tað kann taka nógvar tímar

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-03-24 10:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Enn eru trupulleikar orsakað av veðrinum í Noregi, og bjargingartyrlurnar taka ein fyribils steðg.

Annars hava bjargingartyrlur bjargað ferðafólk av skipinum ein og ein og á tann hátt er tað síðan í gjár eydnast bjargingarfólki at bjarga yvir 400 av uml. 1300.

Sambært DR eru 19 fólk flutt á sjúkrahúsið higartil.

Í løtuni arbeiða tveir sleiparir við at sleipa Viking Sky í land, og hetta kann taka nakrar tímar, tí skipið skal sleipast einar 80 km.

Tað var um tvey-tíðina seinnapartin í gjár, at lokala løgreglan fekk boð um, at ferðamannaskipið Viking Sky hevði fingið maskintrupulleikar uttan fyri Hustadvika.

Øll níggju umborð á flutningsskipinum Hagland Captain, sum eisini fekk maskintrupulleikar nær við Viking Sky í gjár, eru bjargað við tyrlu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder