Skottilburðurin við moskuni í Bærum í gjár, var ein yvirgangsroynd.
Tað er niðurstøðan hjá norsku løgregluni í dag, eftir at hava kannað málið nærri.
Brotsmaðurin hevur høgraviðgongd sjónarmið, sum hann eisini hevur víst á netinum. Eisini hevur hann brúkt vápn.
- Vit siga ikki, at talan heilt vist er um yvirgang, men málið verður kannað sum yvirgangur, sigur løgreglan sambært DR.
Á tíðindafundi váttaði løgreglan eisini, at fleiri skot vórðu skotin við og inni í moskuni, og at fleiri vápn vórðu funnin við moskuni. Løgreglan sigur einki um, hvussu nógv ella hvat slag talan er um.
Um brotsmannin hevur løgreglan bert sagt, at talan er um ein ungan mann í 20'unum, sum helst er av norskum uppruna.
Ungi maðurin er eisini skuldsettur fyri at hava dripið eina unga kvinnu, sum varð funnin í einari íbúð í býnum fáar tímar eftir álopið á moskuna. Nú er hann eisini skuldsettur fyri yvirgangsroynd, og tað kann verða, at hann verður skuldsettur fyri yvirgang seinni.
Løgreglan vildi fyrr í dag ikki siga so nógv um dripnu kvinnuna annað enn at tætt samband var millum hana og unga mannin. Men norskir miðlar skriva nú, at talan er um 17 ára gomlu lítlasystrina hjá manninum.
Nær lítlasysturin er dripin er enn ógreitt.
Sum nú er, veit løgreglan ikki, um brotsmaðurin hevur samstarvað við onnur, men hann hevur verið í samband við onnur á kjaksíðum á netinum.
Eisini váttar løgreglan, at tey hava havt samband við handtikna mannin fyrr, men talan er ikki um "umfatandi samband".
Løgreglan hevur avhoyrt skuldsetta mannin í nátt, bæði um skjótingina í moskuni og um drápið á kvinnuni, men hann hevur ikki viljað úttalað seg. Framhaldandi verður roynt at avhoyra mannin.
Í dag hátíðarhalda muslimar kring heimin Eid, og í hesum sambandi hevur løgreglan økt um trygdina í landinum.
Dagførd 14.44
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald