Uttanlands

Noreg: Børn undir 16 ár skulu ikki sleppa at keypa orkudrykkir

Eisini skal forboð setast í verk móti marknaðarførslu av ósunnum mati og drykkjuvørum, sum er ætlað børnum og ungum, halda fleiri flokkar í norska tinginum

2023-05-25 11:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað skal ikki longur verða møguligt hjá børnum og ungum undir 16 ár at keypa orkudrykkir í matvøruhandlum í Noregi. Tað hevur ein meiriluti í norska Stortinget avgjørt.

Umframt hetta er semja millum fleiri flokkar um eitt forboð móti marknaðarførslu av ósunnum mati og drykkjuvørum, sum er rættað móti børnum og ungum undir 18 ár.

Cecilie Myrseth, tingkvinna fyri Arbeiderpartiet sigur, sambært Ritzau, at tiltøkini eru góð og neyðug.

– Nøgdin av lýsingum, sum børn og ung verða útsett fyri, ávirkar matvanar og heilsu, og fleiri børn verða rakt av yvirvekt. So vit noyðast at seta inn, har vit kunnu fyri at verja og fyribyrgja.

Í farnu viku kom Heilsufrøðiliga starvsstovan eisini við áheitan á foreldur um ikki at loyva børnum sínum at drekka orkudrykkir.

Orkudrykkir innihalda meira koffein, enn eitt barn eigur at fáa um dagin, og verður tí mælt til, at børn halda seg frá orkudrykkum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder