Uttanlands

Noreg: Brúgvin datt í ánna

Tveir bilar koyrdu eftir brúnni, tá hon gav eftir. Báðir bilførararnir eru bjargaðir

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-08-15 14:53 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein knapt 150 metra long brúgv yvir ánna Lågen í Gudbrandsdalen í Noregi, fall saman í morgun.

Ein persónbilur og ein lastbilur koyrdu á brúnni, tá brúgvin gav eftir. Báðir bilførarnir vórðu bjargaðir. Bilførarin í lastbilinum varð tikin upp í bjargingartyrlu. Kvinnan, sum koyrdi persónbilin, megnaði sjálv at klintra upp á turt.

[object Object]
Førarin av lastbilinum mátti bjargast við tyrlu (Mynd: EPA)

Boðini um vanlukkuna komu um hálvgun átta tíðina í morgun, at brúgvin um Lågen – ella Gudbrandsdalslågen – við bygdina Tretten var hoknað. Tretten liggur nakað norðan fyri Lillehammer.

Brúgvin við Tretten varð bygd úr timbri. Hon førdi eisini ferðslu yvir høvuðsvegin E6, sum liggur fram við ánni, og hesin vegurin er ikki farbærur í løtuni.

Nú verður ivast í, hvat skal henda við brúnnil sum liggur tvørtur um ánna. So mikið at streymi er í ánni, at stórur vandi er, at hon verður skolað burtur, skrivar nrk.no.

Meira á NRK

[object Object]Soleiðis sá brúgvin við Tretten út áðrenn hon datt í ánna (Mynd: Google)

[object Object]
Soleiðis sær hon út í dag (Mynd: EPA)





placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder