Orsakað av COVID-19 útbrotinum, hevur mann í Noregi tikið avgerð um at leyslata fólk, sum sita inni, áðrenn tey hava sitið allan dómin.
Orsøkin til hetta er, at mann ynskir at minka um smittuvandan millum tey, sum sita inni, og tey, sum arbeiða í fongslunum.
Sambært Politiken, eru tað tey, sum hava ein stytri dóm, sum kunnu sleppa út fyrr enn ætlað.
Kriminalforsorgen í Noregi hevur møguleika at leyslata fangar nakrar dagar áðrenn upprunaliga ætlað, men tað krevur eina serliga orsøk, sum virusútbrotið verður mett at vera.
Hetta merkir, at tey, sum eru dømdir at sita minni enn 90 dagar kunnu verða leyslatnir 10 dagar fyrr enn ætlað. Hjá teimum, sum sita meira enn 90 dagar er tað 20 dagar, og er dómurin hálvt ár ella meira er tað 30 dagar.
Hetta er í fyrsta umfari galdandi til 13. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald