Uttanlands

Noreg: Fosturtøka høvuðsevni í valstríðnum

Nýtt Stórting skal veljast mánadagin

Jonas Gahr Støre og Erna Solbeg undir orðaskiftinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

Jonas Gahr Støre og Erna Solbeg undir orðaskiftinum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)

2021-09-09 09:09 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Markið fyri nær tað skal vera loyvt at fremja fosturtøku gjørdist stóra evnið undir floksleiðaraorðaskiftinum í gjárkvøldið undan stórtingsvalinum í Noregi mánadagin.

Arbeiderpartiet arbeiðir fyri at hækka markið úr 12 til 18 vikur, meðan Sosialistisk Venstreparti, SV, vil hækka tað til 22 vikur.

Leiðarin í Arbeiderpartiet, Jonas Gahr Støre, heldur, at kvinnur skulu hava rættin sjálvar at avgera, men heldur tó, at 22 vikur er at fara ov langt, skrivar vg.no.

Sostatt eru Arbeiderpartiet og SV ikki samd í hesum spurninginum. Sannlíkt er, at Arbeiderpartiet skal hava stuðul frá SV, um Jonas Gahr Støre skal gerast forsætisráðharri eftir valið.

Flokkurin Rødt mælir, eins og Sosialistisk Venstreparti, til at flyta markið til 22. viku.

Erna Solberg, forsætisráðkvinnan úr Høyre, segði undir orðaskiftinum, at hon heldur at núverandi skipan skal varðveitast. Í løtuni kunnu kvinnur í Noregi bert fáa fosturtøku eftir 12. viðgonguviku, um hetta verður góðkent av eini serligari fosturtkunevnd.

Hon fær stuðul frá Senterpartiet, meðan Fremskrittspartiet ikki tekur støðu til spurningin. Kristelig Folkeparti, hinvegin, vil herða skipanina.

Sambært NRK vísa veljarakanningarnar, at Socialdemokratiet gongur fram, og fær yvir 25 prosent av atkvøðunum, meðan stjórnarflokkurin Høyre gongur aftur við tveimum prosentstigum, og fær 21 prosent. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder