Haakon kongur í Noregi hevur lýst sorg í kongshóvinum í ein mánaða eftir jarðarferðina hjá Harald kongi – tað vil siga til 9. oktober.
Hetta inniber, at almenna skráin hjá kongi er avlýst undantikið grundlógarskyldur, so sum statsráð.
Hesum boðar norska kongshúsið frá í tíðindaskrivi í dag.
Kongsfamiljan og hóvið verða ílætin myrk klæði ella uniform við syrgibandi í hesum tíðarskeiðinum.
Harumframt verða kongaligu ognirnar, sum vanliga eru opnar fyri almenninginum, stongdar fyri ‘almennum virksemi’, stendur víðari.
Almenna skráin verður uppafturtikin stigvíst 9. oktober.
Harald kongur, sum doyði fríggjamorgunin, verður jarðaður mikudagin 9. september.
Fram til og við 8. september hevur almenningurin í tíðarskeiðinum frá klokkan 10 til 18 høvi at ganga fram við kistuni við Harald kongi í slotskapellinum í Oslo.
Tá latið varð upp fyri hesum møguleikanum í gjár, gingu í miðal 738 fólk fram við kistuna um tíman, upplýsir norska kongshúsið fyri NTB.
Heldur hetta fram við somu ferð, fara umleið 45.000 fólk at fáa møguleikan at siga kongi farvæl á henda hátt. Í morgun var formansskapurin í stórtinginum og tingbólkaforfólkini inni í kapellinum áðrenn tað varð latið upp fyri almenninginum klokkan 10.
Harald kongur varð 17. august innlagdur á Rikshospitalet í Oslo. Her varð hann viðgjørdur fyri blóðsjúkuna hæmolytisk anæmi og bakteriusmittu í blóðinum.
Í síðstu viku varð fleiri ferðir sagt frá, at støðan hjá honum var versnað, og fríggjamorgunin klokkan 06.35 doyði Harald kongur. Hann gjørdist 89 ár.
Krúnprinsurin, Haakon, gjørdist harvið kongur, og í gjár svór hann eið í stórtinginum.
-
Høvi er hjá almenninginum at heilsa upp á kistuna við kongi í slotskapellinum til og við týsdagin (Mynd: Fredrik Varfjell/AFP/Ritzau Scanpix)
-
Bíðirøðin var long í gjár at sleppa inn í slotskapellið at ganga fram við kongaligu kistuni (Mynd: Fredrik Varfjell/NTB/Ritzau Scanpix)
-
Bíðirøðin var long í gjár at sleppa inn í slotskapellið at ganga fram við kongaligu kistuni (Mynd: Odd Andersen/AFP/Ritzau Scanpix)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald