Norska uttanríkisráðið leingir nú frámælið um at ferðast uttanlands til 15. aprí. Tað merkir, at mælt verður frá øllum óneyðugum ferðum uttanlands.
Tað er smittustøðan í heiminum sum heild, sum er orsøkin.
- Hóast vit hava livað við farsóttini í eitt ár, er framvegis langur vegur áðrenn støðan gerst normal aftur, og smittustøðan nógva staðni í heiminum broytist alla tíðina, sigur norska uttanríkisráðkvinnan, Ine Eriksen Søreide í tíðindaskrivi í dag.
Sambært tíðindaskrivinum er frámælið galdandi fyri øll lond við undantak av londum í EBS- og Schengen-økinum við lágari smittu.
Í løtuni er her bert talan um Føroyar, Ísland og Grønland og nøkur fá økir í Finnlandi.
Bæði smittustøðan og tiltøkini í teimum einstøku londunum kunnu broytast skjótt. Uttanríkisráðið heitir tí á norskar borgarar, ið umhugsa at fara út at ferðast, at hugsa seg væl um, og seta seg væl inn í støðuna og reglurnar í landinum tey ætla at fara til.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald