Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, var við á videoskíggja, tá uppskotið um ein fimm ára stuðulspakka til Ukraina í dag varð lagt fram í norska stórtinginum.
- Sjálvstøðugar tjóðir hava rætt til at verja seg og hava rætt til at taka ímóti hjálp frá vinum til sjálvverjuna. Russiska kríggið móti Ukraina brýtur hesi prinsipp, ið eru avgerandi fyri Noreg og okkara tjóðaráhugamál. Tí er stríðið hjá ukrainum eisini okkara stríð, segði Jonas Gahr Støre, tá uppskotið varð lagt fram.
- Munurin frá í mars í fjør til februar í ár er sjálvstrygd. Tí mugu vit sameina okkara verju. Eg deili tí framtíðar sigurin við tykkum, hetta verður grundarlagið fyri tryggleika í øllum heiminum, segði Zelenskyj millum annað í síni takkarrøðu umvegis videoskíggja.
Norska stjórnin er saman við einum meiriluta í stórtinginum vorðin samd um ein fimm ára stuðulspakka, sum ljóðar upp á 75 milliardir norskar krónur. Latast skulu 15 milliardir um árið fram til 2027, skrivar NRK.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald