Uttanlands

Noreg letur upp fyri ferðing til flest øll lond í Evropa

Bert seks lond eru undantikin umframt størsti parturin av grannalandinum Svøríki

Erna Solberg, forsætisráðkvinna, og Ina Eriksen Søreide, uttanríkisráðkvinna (Savnsmynd)

Erna Solberg, forsætisráðkvinna, og Ina Eriksen Søreide, uttanríkisráðkvinna (Savnsmynd)

2020-07-10 15:24 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Frá 15. juli at rokna kunnu norskir ríkisborgarar aftur ferðast frítt í eini røð av londum í Evropa uttan at skula í sóttarhald tá tey koma heimaftur.

Nýggju norsku leiðreglurnar fyri ferðing eru í fyrstu atløgu galdandi í tvær vikur frá 15. juli at rokna, boðaði norska stjórnin frá í dag.

Noreg gevur nú grønt ljós fyri ferðum til og úr meira enn 20 londum í Evropa. Á listanum yvir góðkend lond eru millum annað Frakland, Týskland og Bretland.

Norðmenn kunnu eisini ferðast uttan avmarkingar til teir sunnastu landslutirnar í Svøríki, tað eru lenini Skåne, Blekinge og Kronoberg. Fara tey til aðrar svenskar landslutir, skulu tey í sóttarhald, tá tey koma aftur til Noregs.

Nú eru sostatt bert seks ES-, EBS- ella Schengen-lond eftir, sum eru umfatað av kravi um sóttarhald eftir heimkomu. Londini eru Bulgaria, Kroatia, Luksemburg, Portugal, Rumenia og Ungarn.

Norska stjórnin heitir kortini á norðmenn um at vera varðin, um tey fara at ferðast.

- Tey, ið velja at fara at ferðast, skulu seta seg inn í reglur og tilráðingar fyri landið, tey fara til. Støðan er ikki normal enn og frítøkan fyri sóttarhaldi er ikki ein áheitan um at fara út at ferðast, sigur Ine Eriksen Søreide, uttanríkisráðkvinna, sambært NTB.

Síðan 14. mars hevur norska uttanríkisráðið frámælt øllum uttanlandsferðum uttan so at tær eru strangt neyðugar.

Higartil hava norðmenn, sum hava verið burtur, skulað í sóttarhald í tíggju samdøgur eftir heimkomu.

Í tíðindaskrivi frá uttanríkisráðnum verður sagt, at tað er bústaður og ikki ríkisborgarsskapur, ið er avgerandi.

Hetta merkir, at ein amerikanari, sum býr í Italia, nú kann koma til Noregs uttan krav um sóttarhald, men hetta er ikki galdandi fyri ein italienara, búsitandi í USA, til dømis. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder