Uttanlands

Noreg: Manning umborð á flutningsskipi lopin á sjógv

Fyrr í kvøld segði skiparin annars, at tamarhald var á støðuni, og at teimum ikki tørvaðu bjarging, men nú er støðan ein onnur

Mynd: Scanpix

Mynd: Scanpix

2019-03-23 22:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tey níggju fólkini, sum vóru umborð á flutningsskipinum Hagland Captain, sum fekk maskintrupulleikar við Hustedvika, nær við cruiseskipinum Viking Sky, bíða nú eftir bjargingartyrluni.

Fleiri teirra eru lopnir á sjógv. Orsakað av nógva vindinum og høgu aldunum, er tað tryggast hjá teimum at bíða í vatninum.

Fyrr í kvøld boðaði skiparin umborð á Hagland Captain annars frá, at tamarhald var á støðuni, og at teimum ikki tørvaðu bjarging.

Seinastu nógvu tímarnir hevur mann arbeitt uppá at flyta tey 1300 ferðafólkini umborð á skipinum Viking Sky, men enn eru bert uml. 140 fólk bjargað.

Vegna veður ber ikki til at senda bjargingarbátar út eftir teimum.

10 ferðafólk eru flutt á sjúkrahúsið, og trý teirra hava fingið álvarsligan skaða, skrivar DR.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder