Seinnapartin í morgin letur norska samfelagið uppaftur eftir, og nærum allar koronaavmarkingarnar fara úr gildi.
Tað boðar norska stjórnin frá á tíðindafundi í dag.
– Nú kunnu vit so at siga liva, sum vit gjørdu áðrenn farsóttin rakti okkum. Eg haldi tó ikki, at alt verður sum fyrr. Eg haldi, at korona fer at seta sín dám á okkum restina av lívinum, sigur Erna Solberg, forsætisráðharri sambært DR.
Millum tær avmarkingarnar, sum fara úr gildi í morgin, er kravið um at halda ein metur frástøðu, og avmarkingar fyri veitslur og onnur tiltøk, har nógv fólk savnast.
Ferðandi, sum koma úr londum, sum eru markerað sum appilsingul nýtast frá í morgin heldur ikki at fara í sóttarhald.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald