Mentan

Noreg og Svøríki í finaluni

Í gjárkvøldið var fyrra hálvfinalan í Eurovision sangkappingini – Seinna hálvfinalan verður hósdagin, har Danmark, Finnland og Ísland luttaka

Norska umboðið TIX (Mynd: EBU)

Norska umboðið TIX (Mynd: EBU)

2021-05-19 08:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjárkvøldið var fyrra hálvfinalan í altjóða gran prixnum Eurovision Song Contest hildin, og eydnaðist tað bæði norðmonnum og svium at tryggja sær eitt pláss í stóru finaluni, sum verður leygarkvøldið.

16 lond framførdu í hálvfinaluni, og bert tíggju luttakarar sluppu víðari.

Tað var Andreas Haukeland, kendur sum TIX, sum umboðaði Noreg við sanginum "Fallen Angel". Sí framførslu hansara her:

Svenska umboðið var Tusse við sanginum "Voices". Sí framførslu hansara her:

Ársins altjóða sangkapping verður hildin í Rotterdam Ahoy í hollenska býnum Rotterdam. Hetta er fyrstu ferð í tvey ár, at skipað varð fyri altjóða Eurovision sangkappingini, sum varð avlýst í fjør orsakað av koronafarsóttini.

Seinna hálvfinalan verður hóskvøldið, har Ísland, Danmark og Finnland eru millum luttakararnar.

Finalan verður leygarkvøldið, har tey tíggju londini, sum komu víðari úr ávikavíkst fyrru og seinnu hálvfinalu skulu kappast móti vertstjóðini – Holland – og fimm stóru londunum, sum sleppa beinleiðis í finaluna á hvørjum ári – Spania, Stórabretland, Frakland, Týskland og Italia.

Umframt Noreg og Svøríki, komu hesi londini víðari úr fyrru hálvfinaluni:

  • Aserbadsjan
  • Belgia
  • Kyprós
  • Ísrael
  • Litava
  • Malta
  • Russland
  • Ukraina
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder