Uttanlands

Noreg: Øll skulu lata seg kanna við komu til landið

Øll ferðandi skulu lata seg kanna fyri koronu í seinasta lagi 24 tímar eftir komu, og øll ferðandi yvir 12 ár skulu bera munnbind á almennum støðum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-03 10:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í royndini at steðga smittuspjaðingini við Omikron-frábrigdinum, settu myndugleikarnir í Noregi í gildi nýtt krav á midnátt.

Tað er nú krav, at øll ferðandi skulu kannast fyri koronu við komu til landið. Um kanningarstøð er við markið, har mann kemur inn í landið, skal kanningin gerast har, og um ikki skal ein lata seg kanna í seinasta lagi 24 tímar eftir komu, skrivar DR.

Hetta kravið er eisini galdandi fyri persónar, sum eru liðugt koppsettir, og sum hava havt koronu.

Tað er eisini krav, at øll ferðandi yvir 12 ár skulu bera munnbind á almennum støðum, har tað ikki er møguligt at halda frástøðu.

Nýggju tiltøkini koma eftir, at korona er staðfest hjá millum 50 og 60 persónum, sum høvdu verið í jólaborðhaldi í Oslo, og staðfest er, at ein teirra varð smittaður við Omikron-frábrigdinum, og verður roknað við, at hini eisini eru smittað við hesum frábrigdinum. Sambært NRK hava tey smittaðu mild sjúkueyðkenni.

Herfyri varð líknandi krav sett í gildi í Svøríki. Har verða øll ferðandi, sum koma aðrastaðni frá enn úr Norðurlondum, biðin um at lata seg kanna fyri koronu við komu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder