Frá týdegnum í komandi viku sleppa bilar við russiskum nummarplátum ikki at koyra um markið til Noreg, boðaði norski uttanríkismálaráðharrin, Anniken Huitfeldt frá fríggjadagin.
Talan er um persónbilar við níggju ella færri setrum. Bilar, sum eru ogn hjá norskum ríkisborgarum og øðrum útlendskum ríkisborgarum, sum arbeiða í Russlandi, eru undantikin. Tað sama er galdandi fyri bilar hjá familjulimum teirra.
– Tað er umráðandi, at revsitiltøkini eru so munadygg sum gjørligt, so vit í størst møguligan mun forða russiska statinum í at fáa inntøkur, sum verða brúktar at fíggja kríggið, sigur norski uttanríkismálaráðharrin.
Frammanundan hava Finnland, baltisku londini og Pólland sett líknandi forboð í verk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald