Uttanlands

Noreg slakar í sóttarhaldskrøvunum

Sóttarhaldstíðin verður sett niður úr tíggju til sjey dagar

Ferðandi, sum koma til eitt nú Bergen, skulu nú í sóttarhald í sjey dagar

Ferðandi, sum koma til eitt nú Bergen, skulu nú í sóttarhald í sjey dagar

2020-12-28 15:34 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Norska stjórnin hevur tikið avgerð um at stytta sóttarhaldstíðina við innferð til landið úr tíggju niður í sjey dagar. Hetta er galdandi fyri persónar, ið kunnu vísa tvær negativar royndir eftir komu til Noregs.

Skipanin kemur í gildið frá í morginárið at rokna, skrivar Ritzau.

Fyrsta royndin skal takast áðrenn tríggjar dagar eftir komu, meðan onnur royndin skal takast í fyrsta lagið sjey samdøgur eftir komu til landið, skrivar norska stjórnin í tíðindaskrivi í dag.

Tað er sjálvboðið at lata seg testa. Men um ein ikki ger tað, ella um tað ikki er møguleiki fyri at fáa roynd gjørda, er tíggja daga sóttarhald framvegis galdandi.

Nýggja skipanin er heldur ikki galdandi fyri fólk, sum hava verið í Bretlandi í einum tíðarskeið á 14 dagar áðrenn komu til Noregs. Hjá hesum er krav, at tey lata seg testa, og tey skulu framhaldandi vera í sóttarhaldi í tíggju dagar.

Noreg hevur sett skrásetingarskyldu í gildi fyri øll fólk, sum koma til landið. Hetta merkir, at øll, sum koma til Noregs, áðrenn komu skulu fylla út eitt skrásetingarskjal, ið skal latast løgregluni við markið.

Sóttarhaldið skal vera í einum almennum “sóttarhaldshotelli” um tað ikki kann prógvast, at persónurin hevur fastan bústað í Noregi, ella viðkomandi hevur eitt annað egnað uppihaldsstað at sita sóttarhaldið, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder