Uttanlands

Noreg, Spania og Írland viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat

Ein tvístatsloysn er einasta loysnin, sum kann skapa frið í MIðeystri, heldur norski forsætisráðharrin

Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

Jonas Gahr Støre (Mynd: EPA)

2024-05-23 17:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Mikudagin boðaðu Noreg, Spania og Írland frá, at tey ætla at viðurkenna Palestina sum sjálvstøðugan stat.

Norski forsætisráðharrin, Jonas Gahr Støre segði á tíðindafundi, at hetta skuldi koma í gildi 28. mai.

– Við hesum fer Noreg at rokna Palestina sum ein sjálvstøðugan stat við øllum rættindum og skyldum, sum hoyra til, segði Jonas Gahr Støre, sum legði afturat, at ein tvístatsloysn sambært honum er tann einasta loysnin, sum kann skapa frið í Miðeystri.

Og sambært norska forsætisráðharranum eigur markið millum statin Palestina og statin Ísrael at verða gjørdur eftir mørkunum frá áðrenn 4. juni 1967 við Jerusalem sum deildur høvuðsstaður.

Seinni á degnum komu eisini Írland og Spania við líknandi fráboðanum.

Írski forsætisráðharrin, Simon harris sigur, at hann væntar, at fleiri lond fara at taka líknandi stig komandi vikurnar.

Sambært spanska forsætisráðharranum, Pedro Sanchéz, setir ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin netanyahu tvístatsloysnina í vanda við hansara politikki um "pínu og oyðilegging" í Gaza.

Ísraelski uttanríkismálaráðharrin, Israel Katz hevur givið sendiharrunum hjá landinum í Dublin og Oslo um at koma heimaftur, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder