Norsku myndugleikarnir tóku í gjár avgerð um at støðga øllum ættleiðingum úr londunum Peru, Suðurafrika, Kekkia og Ungarn. Tað skrivar miðilin VG.
Sambært Bufdir, sum er stjórnarskrivatovan, sum tekur sær av barna-, ungdóms- og familjumálum, er orsøkin, at tey ikki kunnu fáa vissu um, at ættleiðingarnar úr hesum fýra londum verða framdar á lógligan, etiskan og álítandi hátt.
Í Suðurafrika snýr tað seg eitt nú um ákærur um mutur, meðan tað í Kekkia snýr seg um brúk av sokallaðum “babyboksum”, har foreldur kunnu avlevera teirra børn uttan at navngeva seg.
Fyrr í ár støðgaði Noreg ættleiðingum úr Filipsoyggjum, Tailandi og Taiwan, tí vandin fyri skjalafalsan var ov stórur.
Bufdir hevur annars mælt til fyribils at støðga allari ættleiðing til Noregs, skrivar VG.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald