Uttanlands

Noreg: Størsta økingin síðan apríl

Eisini í Noregi er talið á smittutilburðum vaksandi – Nýggj tiltøk eru sett í verk, sum m.a. avmarka upplatingartíðirnar hjá skeinkistøðum og matstovum

Norðmenn skulu taka støðuna í størri álvara og fylgja tey tilmæli, sum eru galdandi, sigur Erna Solberg, forsætisráðharri í Noregi

Norðmenn skulu taka støðuna í størri álvara og fylgja tey tilmæli, sum eru galdandi, sigur Erna Solberg, forsætisráðharri í Noregi

2020-08-08 15:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambært uppgerð hjá norska Folkehelseinstituttet eru 83 nýggir koronatilburðir staðfestir í Noregi seinasta samdøgrið.

Talan er um størstu økingina í eitt samdøgur síðan 20. apríl.

Samlaða talið á tilburðum í Norgi er nú komið upp á 9.551, og 15 eru innløgd í løtuni. Talan er eisini um hægsta talið á innløgdum síðan 3. juli. 

Tilsamans eru skrásett 256 andlát í Noregi í sambandi við koronasmittuni.

Sambært VG er 35 av nýggju tilburðunum staðfestir í høvuðsstaðnum Oslo, eftir at fýra veitslur hava verið í økinum seinasta vikuskifti.

Orsakað av økta smittutalinum hevur norska stjórnin sett tiltøk í verk, sum hava til endamáls at minka um smittuspjaðingina. Millum annað skulu skeinkistøð og matstovur steingja í seinasta lagi á midnátt, skrivar Ritzau.

Norski forsætisráðharrin, Erna Solberg heitir á norðmenn um at taka støðuna í størri álvara og at fylgja tilmælinum.

Norska stjórnin fer at endurmeta støðuna fyrst í september, og tá verður støða tikin til, um nýggj tiltøk skulu setast í verk, ella um núverandi tiltøk skulu linkast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder