Uttanlands

Noreg valt í ST-trygdarráðið

Fýra nýggj limalond vald í gjár – atkvøðast skal umaftur um fimta landið í dag

Norska forsætisráðkvinnan, Erna Solberg, og uttanríkisráðkvinnan, Ina Eriksen Søreide, fegnaðust um úrslitið av atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið (Mynd av Twitter)

Norska forsætisráðkvinnan, Erna Solberg, og uttanríkisráðkvinnan, Ina Eriksen Søreide, fegnaðust um úrslitið av atkvøðugreiðsluni í gjárkvøldið (Mynd av Twitter)

2020-06-18 07:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Noreg og Írland vórðu í gjár vald sum nýggir limir í Trygdarráðnum hjá ST frá 1. januar 2021 at rokna og tvey ár fram.

Tað avgjørdu ST-limalondini við atkvøðugreiðslu í gjár í ST-bygninginum í New York, skrivar Reuters.

Trygdarráðið hevur fimm føst limalond og tíggju afturat, harav helmingurin verður skiftur út annað hvørt ár.

Trygdarráðið tekur sær av spurningum um frið og trygd. Hetta er einasta ráð í ST-skipanini, sum kann taka bindandi avgerðir fyri felagsskapin, so sum at seta tiltøk í verk móti londum, ið ikki halda altjóða sáttmálar.

Noreg og Írland tryggjaðu sær tey bæði plássini úr sonevnda vesturbólkinum framman fyri Kanada. Sambært norsku NTB tíðindastovuni fekk Noreg 130 atkvøður og Írland 128, meðan Kanada fekk 108 og kom ikki inn.

Harafturat vórðu India og Meksiko vald í Trygdarráðið. Londini stillaðu upp uttan mótvalevni.

Fyri at tryggja landafrøðiliga umboðan, verða plássini í Trygdarráðnum latin økisbólkum. Men hóast eitt land er einsamalt um at umboða sín bólk, so skal tað kortini hava stuðul frá minst tveimum triðingum av atkvøðunum.

Tað fingu bæði India og Meksiko við ávikavist 184 og 187 atkvøðum. 192 lond vóru við í atkvøðugreiðsluni.

Fimta nýggja limalandið verður antin Kenja ella Djibuti.

Tað verður avgjørt á atkvøðugreiðslu í dag, tí fyrsta atkvøðuumfarið ikki gav ein greiðan vinnara í stríðnum at fáa afrikansku umboðanina í ráðnum.

Afrikansku londini hava fyrr útnevnt teirra boð undan atkvøðugreiðslunum í ST, men fyri fyrstu ferð var ikki semja um eitt einstakt land.

Kenja verður stuðlað av sambandinum fyri afrikansk lond, men Djibuti vísir á, at Kenja fyrr hevur verið limur í Trygdarráðnum, og at Djibuti tí nú eigur tørn, skrivar AFP-tíðindastovan.

Bretland, USA, Frakland, Kina og Russland eru føst limalond í ráðnum. Hesi fimm lond hava vetorætt í ráðnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder