Uttanlands

Noreg: Yvir 30 seyðir druknaðir av ókendari orsøk

Eldri kvinnuligur seyðabóndi vaknaði upp til ræðusjón mikumorgunin

2020-08-07 16:38 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein seyðabóndi í Kvalsund í Finnmørkini í Norðurnoregi vaknaði mikumorgunin upp til eina sjón, ið má metast ringasta marra fyri ein bónda.

32 av hennara 34 seyðum flutu á fjørðinum ella rókust í fjøruni. Druknaðir, deyðir, uttan at nakar hevur funnið fram til orsøkina.

- Seyðirnir flutu við beinunum uppeftir, skúm út úr munnunum, blóð í endatarminum. Tað var ræðuligt, greiðir 70 ára gamla Solveig Sakshaug frá.

Hon skilir ikki hvat kann vera hent. Kanska hava teir verið ræddir, og eru lopnir á sjógv, sigur hon sambært NRK, sum hevur søguna frá Finnmark Dagblad.

Matvørumyndugleikar og løgregla vóru á staðnum mikudagin og kundu ikki staðfesta annað enn, at seyðirnir eru druknaðir.

- Vit hava kanna umstøðurnar, og hava ongan illgruna til sjúku, sigur ein deildarleiðari í Mattilsynet.

Fleiri av seyðunum høvdu sár, men matvørumyndugleikarnir vísa aftur, at talan skal hava verið um eitt rovdýr.

Heldur ikki frá løgregluni í Hammerfest er nøkur hjálp at heinta. Løgreglan ger ikki meira við málið, tí onki bendir á nakað ólógligt.

- Hetta er ein vanlukka. Tað sær út til at seyðirnir eru farnir oman í fjørðuna, og so fangaðir av flóðini, sigur politiovastin í Hammerfest.

Ein møguleiki er, at seyðirnir eru riknir útí av einum rovdýri ella hundi, men ongi prógv eru fyri hesum.

Solveig Sakshaug, sum arvaði seyðafylgið eftir móður sína í 1986, harmast almikið um tilburðin.

- Tað var ikki soleiðis, at eg hevði ætla mær at enda seyðabrúkið, sigur hon sorgarbundin.

Nú miðsavnar hon seg um at røkja tær báðar ærnar, sum komu frá hendingini á lívi. Serliga onnur teirra er ikki sum fyrr.

- Hon sær út til at vera merkt av tí hon hevur verið fyri, sigur 70 ára gamla Solveig Sakshaug sambært NRK.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder