Uttanlands

Noregs kongur útskrivaður av sjúkrahúsi

Verður tó sjúkrameldaður í tvær vikur afturat

Kongshjúnini avmyndað til jarðarferðina hjá Ari Behn (Mynd: EPA)

Kongshjúnini avmyndað til jarðarferðina hjá Ari Behn (Mynd: EPA)

2020-01-15 14:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Haraldur kongur er nú útskrivaður aftur frá Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Tað upplýsir kongshúsið í dag.

82 ára gamli kongurin varð innlagdur síðsta mikudag eftir at hava kent ørilsi á sær. Ongi tekin um álvarsliga sjúku eru funnin verður sagt. Hann er tó sjúkrameldaður í tvær vikur.

Haakon krúnprinsur er virkandi ríkisstjóri meðan kongur er sjúkrameldaður.

46 ára gamli krúnprinsurin segði í gjár við fjølmiðlar, at kongur eftir umstøðunum hevur tað gott.

- Hann kennir ørilsi á sær og er illa fyri, og tað var eisini orsøkin til at hann varð innlagdur, segði krúnprinsurin.

Norska kongsfamiljan varð rakt av sorg jóladag, tá Ari Behn, fyrrverandi maður Märtha Louise, prinsessu, gjørdi enda á sær sjálvum.

Ari Behn giftist norsku prinsessuni í 2002. Í 2016 vórðu tey sundurlisin og árið eftir var hjúnarskinaðurin staðfestur. Tey hava tríggjar døtur saman: Maud Angelica, Leah Isadora og Emma Tallulah.

Deyði Ari Behns nívdi kongsfamiljuna hart. Eisini Harald kong, sum harvið misti fyrrverandi verson sín og pápa at trimum av abbabørnum sínum, skrivar NTB-tíðindastovan. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder