![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
24. september í 1919 varð Norðoya Sparikassi settur á stovn. Talan var um fyrsta ábyrgdarasparikassa í landinum, og hann er tann einasti sparikassi í landinum, sum framvegis virkar eftir upprunaligu viðtøkunum.
Í 1919 teknaðu 40 ábyrgdarar 20.000 krónir í sokallaðum ábyrgdarpeningi. Í dag kunnu øll gerast ábyrgdarar í Noroyða Sparikassa við at keypa ábyrgdarbræv fyri í minsta lagi 1.000 kr. Ábyrgdarar velja eitt umsjónarráð, sum síðan velur nevndina í sparikassanum.
Elsti peningastovnurin í landinum bjóðar í dag fólkum á gátt til rundvísing og ein kaffiimun á høvuðsdeildini í Klaksvík, og leygardagin er stórt føðingardagshald í Badmintonhøllini og KÍ-høllini, ið er bæði fyri børn og vaskin. Tað endar við stórum fýrverki á Akursmøk, beint við har Sparikassin hevur heimstað.
Umframt upprunaligu deilduna í Klaksvík, hevur Norðoya Sparikassi eisini ena deild í Fuglafirði og í Tórshavn.
Kelda: Norðoya Sparikassi og Norðlýsið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald