Innanlands

Norröna karmur um trygdarvenjing fyrrapartin

Venjingin byrjaði klokkan átta og varar til klokkan 12.30 – Nakað av virksemi kann væntast við Skansabryggjuna og í býnum í hesum sambandi

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

(Savnsmynd: Kiran Jóanesarson)

2022-03-14 08:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrapartin kann nakað av virksemi væntast við Skansabryggjuna og í býnum.

Orsøkin er, at Norröna er karmur um stóra venjing, upplýsir Heini Østerø, sløkkiliðsstjóri hjá Tórshavnar sløkkilið í fráboðan í morgun.

Smyril Line upplýsir, at trygdarvenjingin varar frá klokkan átta til 12.30. Í hesum tíðarskeiði, hava tey stongt og svara ikki telefonum, verður sagt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder