Uttanlands

Norsk ær lembdi sjey vælskapt lomb

Sjeylemba: Djóralæknar halda, at norskar ær fáa ov nógv lomb

Øystein og Kirstin Knudsen við sjeylembuni (Mynd: H. A. Solbakken / NRK)

Øystein og Kirstin Knudsen við sjeylembuni (Mynd: H. A. Solbakken / NRK)

2019-04-24 17:36 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað var ein óvanlig lembing, sum ein bóndi í Hamar í Noregi var vitni til um páskirnar. Ein ær hjá honum lembdi ikki færri enn sjey vælskapt lomb.

- Vanliga er tað ikki ynskiligt við so nógvum lombum, men tá tað eydnast, er tað stuttligt, sigur bóndin, Øystein Knutsen, við nrk.no.

Trý av lombunum ganga nú hjá mammuni, meðan fýra fáa mjólk úr fløsku.

Tað var ein fimm ára gomul ær, sum lembdi tey sjey lombini. Norsk hagtøl vísa, at talið av lombum pr. ær í árunum 1995 til 2017 er økt úr 1,86 til 2,07. Sjeylembur er tó óvanligt.

Bóndin var fyrireikaður upp á, at ærin fór at fáa fimm lomb.

- Tá tað fimta kom, var er rættiliga vísur í, at nú var yvirstaðið.

Tá hann kom aftur til ærina eftir at hava verið eftir rámjólk, fekk hann illgruna um, at fleiri lomb vóru á veg. Og soleiðis kundi hann hjálpa ærini við at lemba tað sætta lambið.

- Hon hevði framvegis stóran búk, og tá fekk eg fatur í sjeynda lambinum, sum var tað størsta av øllum, tað vá 4,3 kilo!

Sostatt hevur ærin borið yvir 30 kilo hesa seinastu tíðina. Umframt 24 kilo av lambi, bar hon seks litrar av fosturvatni. Slíkt er tung byrða hjá eini ær, og tí er heldur ikki óvanligt, at fleiri lomb kunnu vera deyð í slíkum føri, greiðir ein djóralækni frá fyri NRK. Djóralæknar heita nú á bøndur og búnaðarfelagsskapir í Noregi at arbeiða fyri, at forða fyri so nógvum ógvusligum fleirlembum.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder