Innanlands

Norsk familja skal virka í Vági sum nomadar í seks vikur

Jo og Sara Tøyen vóru millum tey mongu hundrað, sum søktu um at vera koma til í Føroyar á hendan hátt. Talan er um samstarv við Vágs kommunu - aðrir digitalir nomadar næstu tíðina

Jo Tøyen fer at arbeiða fjararbeiði í skrivstovulandslagnum hjá kommununi, meðan konan verður í barsil. Tey skulu eisini hava eina verkstovu saman við Vágs kommunu (Mynd: vagur.fo)

Jo Tøyen fer at arbeiða fjararbeiði í skrivstovulandslagnum hjá kommununi, meðan konan verður í barsil. Tey skulu eisini hava eina verkstovu saman við Vágs kommunu (Mynd: vagur.fo)

2025-01-30 09:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Nú síðst í januar kemur norska familjan Tøyen til Vágs at búleikast í seks vikur. Maðurin Jo og konan Sara koma saman við tveimum børnum ígjøgnum sonevnda Arctic Digital Nomads stuðulin.

Í heyst lýsti Vágs Kommuna, saman við samstarvspørtum í Íslandi og Noregi, við møguleikanum hesum møguleikarnum: "Arctic Digital Nomads Grant."

- Í stuttum fingu fólk, sum hava fjararbeiði ella liva sum talgildir nomadar, møguleika at søkja um stuðul til at koma til Vágs í eitt longri tíðarskeið. Meðan tey eru í Vági, arbeiða tey við teirra vanliga arbeiði yvir netið, við skrivstovulandslagnum hjá kommununi sum arbeiðsstað.

Soleiðis lýsir Vágs kommuna hesa serstøku skipanina, sum nú ger, at Vágs kommunu nú fær nakrar nýggjar fyribils borgarar. 

Norska familjan Tøyen varð vald út millum fleiri hundrað umsøkjarar.

- Tá ið freistin at søkja um stuðul var farin, høvdu fleiri hundrað fólk søkt. Úr hesari rúgvu vóru millum annað Jo og Sara vald út. Saman við børnunum ynskja tey at koma til Vágs í góðar seks vikur.

Jo fer at arbeiða yvir alnótina í skrivstovulandslagnum hjá kommuni, meðan konan Sara er í barsil. Meðan tey eru her, verður ein áhugaverd verkstova fyriskipað saman við teimum. Meiri kunning um verkstovuna kemur seinni, upplýsir vagur.fo.

Umframt Jo og Sara koma aðrir digitalir nomadar næstu tíðina ígjøgnum Arctic Digital Nomads stuðulin til Vágs. Tey fara at síggjast í býarmyndini og samstarva við Vágs Kommunu.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder