Serbygda norska slakti- og flutningsskipið, Norwegian Gannet, verður nú siglt til Lofoten í Norðurnoregi har alivinnan er hart rakt av eini uppblóman av Chrysochromulina-slýggi.
Blómanin av slýgginum byrjaði undanfarnu viku, og hevur higartil kostað alivinnuni í Troms og Nordland fleiri hundrað milliónir krónur. Laksar í milliónatali kvalast í sjónum, tí algurnar forða teimum í at taka upp súrevni.
Ætlanin var annars, at Norwegian Gannet í hesi vikuni skuldi vera til staðar tá eitt nýtt laksaslakti- og –pakkivirki í Hirtshals skuldi takast í brúk. Skipið er bygt júst fyri at spara flutningi á sjónum við at taka laksin beinleiðis úr ringunum í Noregi og flyta teir til víðari virkingar í Hirtshals, innan fyri ES-mark.
Men nú skal skipið brúkast til at veita norsku alivinnuni fyrstuhjálp. Ætlanin er, at Norwegian Gannet skal tøma aliringar, sum standa til at verða raktir av deyðiliga slýgginum, skrivar i-laks.no.
Les meira um Norwegian Gannet: Eitt nýbrot innan laksaframleiðslu
- Hetta er ein syrgilig vanlukka fyri tey, sum verða rakt. Her má vinnan standa saman og hjálpa har, vit kunnu. Vit vóna, at Norwegian Gannet kann gera mun, sigur Carl-Erik Arnesen, stjóri í Hav Line, sum eigur framkomna slaktiskipið við norska netmiðilin.
Deyður laksur í øllum støddum hópar seg nú upp í norðurnorskum havnum. Serliga hart rakt er økið Ofotfjorden innan fyri Lofoten, skrivar nrk.no.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald