Uttanlands

Norska heilsustýrið mælir frá kravinum um at nýta masku

Heilsustýrið heldur, at vansarnir eru størri enn vinningurin við at nýta masku.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2020-10-12 14:28 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

28. september innførdi býráði í Oslo eitt krav um at nýta masku í almennari ferðslu, har man ikki kann halda ein metur frástøðu.

Men nú vísir ein frásøgn, sum norska blaðið, Dagbladet hevur fingið fatur á, at norska heilsustýrið, FHI, mælir frá, at tað skal eitt krav at nýta masku.

Frásøgnin vísir eisini, at FHI er sera ivingarsamt, tá tað kemur til ávirkanina av at nýta masku. I frásøgnini stendur, at innføring av nýtslu av masku, eigur at henda við tilmæli, og ikki við kravið.

Í frásøgnini kemur eisini fram, at FHI heldur at “við tí Farsóttarfrøðiligu støðuni sum er í dag, kunnu samlaðu vansarnir við at nýta masku vera størri enn vinningurin”.

FHI vísir á, at tað finnast prógv um, at læknafrøðiligar maskur kunnu hava verjandi ávirkan móti spjaðingini av smittum í andingarleiðini, men at úrslitini eru skiftandi.  

FHI heldur, at tá útbreiðslan av covid-19 er so lá, sum hon er í løtuni, so mugu 200.000 persónar nýta masku um vikuna, fyri at fyribyrgja ein nýggjum tilburði í núverandi farsóttarfrøðiligu støðu.

Preben Aavitsland, ið er yvirlækni í heilsustýrinum, sigur við Dagbladet, at tey halda, at nýtsla av masku eigur at vera tilmæld.

-Vit halda tað sama sum altíð: Vit halda at nýtsla av masku í lokalum økjum eigur at vera eitt tilmæli til fólki.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder