Sunnudagin vórðu norski Harald kongur, Sonja drotning og Haakon krúnprinsur á vitjan í Gjerdum fyri at hitta fólk, sum mikunáttina vórðu burturflutt eftir skriðulopið í býnum Ask.
Tey kongaligu vórðu kunnaði um bjargingarátakið, og síðani gekk leiðin yvir í kirkjuna at tendra eitt ljós fyri ofrunum, áðrenn tey fóru víðari til tey gistingarhúsini, har avvarðandi saman við íbúgvum úr Ask vórðu stødd.
– Eg havi ringt við at finna tað rætta at siga, tí hetta er heilt ræðuligt, segði Harald kongur við tíðindafólk eftir vitjanina.
Higartil eru seks lík funnin í Ask eftir skriðulopið mikunáttina, og enn verður leitað eftir fýra øðrum, sum enn eru saknaði. Ein persónur varð funnin tíðliga í morgun, og fyri løtu síðani upplýsti norska løgreglan fyri NRK, at ein annar persónur varð funnin seinnapartin.
Hóast tað eru fýra dagar, síðan vanlukkan hendi, vónar løgreglan enn at finna fólk á lívi, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald