Anne-Elisabeth Faklevik Hagen varð burturflutt úr heimi sínum nær Oslo tann 31. oktober í fjør. Í farnu viku leitaði norska løgreglan í einum vatni eftir lutum, sum kunnu hava týdning í málinum.
Løgreglan fann nakrar lutir, og nú verður arbeitt við at vita, um hesir kunnu setast í samband við málið.
Langvannet, har leitað varð, liggur tætt við heimið hjá Anne-Elisabeth. Vatnið er fryst í løtuni og tí hevur verið torført hjá løgregluni at leita í tí, skrivar TV2. Løgreglan gjørdi longu hósdagin vart við, at tað ikki var Anne-Elisabeth, sum man leitaði eftir í vatninum.
Sakførarin hjá familjuni sigur, at tey enn trúgva, at Anne-Elisabeth er á lívi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald