
Hósdagin tosaði norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre í telefon við russiska forsetan, Vladimir Putin.
Jonas Gahr Støre, sum tosaði við Putin í uml. ein tíma heitti á russiska forsetan um at steðga krígnum í Ukraina og taka russiska herin úr landinum. Eisini undirstrikaði hann, at sivilfólk í ukrainska havnabýnum Mariupol mugu hava atgongd til neyðhjálp skjótast gjørligt.
Sambært Ritzau var tað norski forsætisráðharrin, sum tók stig til telefonsamrøðuna eftir at hava tosað við sameind úr Norðurlondum, Evropa og USA.
Tað verður tó ikki upplýst, hvørja reaktión Putin hevði til áheitanina úr Noregi.
– Russland er grannaland hjá Noregi. Tí er tað umráðandi at gera okkara sjónarmið viðvíkjandi krígnum greitt fyri russiska forsetanum, sigur Jonas Gahr Støre, sum leggur afturat, at tey tó ikki hava tær stóru forvæntningarnar til, at hetta fer at gera mun.
– Men einki skal vera óroynt í støðuni, vit standa í. Líðingin má steðga. Okkara mest umráðandi boðskapur er, at kríggið hjá Russlandi má steðga, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald